
Ger tað tú ert best til og lat okkum um rest
Við góðum samstarvi við kundar okkara leggja vit tilrættis ein góðan bókhaldsskikk og eitt dagført bókhald, ið yvirheldur allar freistir. Við hesum tryggja vit eina góða fíggjarliga gongd í tygara virksemi, so tú kanst gera tað tú ert best til.
Í Talverk hava vit hollan kunnleika til bókhald og alt sum har tilhoyrir. Starvsfólk okkara hava drúgvar royndir innan bókhald, og luttaka javnan á viðkomandi skeiðum.

.png)
Bókhaldsskipanin Visma | e·conomic
Vit brúka bókhaldskipanina Visma e-conomic, ið er ein talgild bókhaldsskipan. Øll bókhaldsskjøl verða goymd í skíggjunum, og tí er ikki longur neyðugt at goyma rokningar, kontoavrit og onnur skjøl í mappum. Við hesum sparir tú pappír, og ert samstundis við til at verja umhvørvið.
Við Visma e-conomic er tað bæði lætt og ómakaleyst at senda ella leggja skjøl inn í skipanina, ið eisini hevur eina tilhoyrandi app.
Eisini veita vit bókhaldshjálp í øðrum bókhaldsskipanum sum eru á marknaðinum. Um áhugið er fyri tí, kann bókhaldsarbeiði verða gjørt á fyritøku tygara.
Vit taka okkum av
Dagligt bókhald
Fakturering
Skuldarstýring
Ognarstýring
MVG avgreiðslu
Lønarumsiting
Avstemman
Fyrireiking av bókhaldi til grannskoðara

Starvsfólk

Stjóri
Hanna V. Hentze

Bókhaldari
Rikka Nielsen

